Aftur ongul í reyv

Effodeildin, 13. umfar: Víkingur – HB 1-0


Hóast vit vístu góðar taktir og partvís byrjaðu at spæla meira beinleiðis, fingu vit einki aftur fyri. Møguleikarnir vóru har, men vertirnir høvdu neyðuga hepnið og dómaratekkið.




Fleiri broytingar vóru á báðum liðum, og hóast nógv hevur verið at hoyrt um, at Víkingur mátti leika uttan fleiri lyklaleikarar, manglaðu bara tveir eyðsýndir leikarar, meðan vit eru uttan fýra–fimm av okkara allar bestu.



Hetta merkti helst eisini, at vertirnir, so løgi tað ljóðar, løgdu seg í verjustøðu og lótu okkum spæla okkara eyðkenda aftur og fram, aftur og fram, aftur og fram, aftur og fram osfr. i allar ævir, uttan at nakað sum helst kemur burturúr.



Tó, samanumtikið komu vit í tvær góðar støður og Víkingur í eina. So støðan átti kanska at verið 2-1 til okkum í fyrra hálvleiki, um liðini skoraðu uppá sínar møguleikar.



Teit Jacobsen sendi bóltin uppum longu í 2. minutti, og hálvan tíma seinni endaði áhaldandi trýst við at verjan hjá Víkingi var fyri, so okkara skot fór til horna.



Andreas Lava Olsen vísti vøddar og ferð, tá seks minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Púra leysur og tvísporandi móti málinum kom Teitur so mikið væl út í støðuna, at skotið brast á stongina.



Men ferðin á dystinum hækkaði nakað í seinna hálvleiki. Vertirnir bjóðaðu nú eisini rættuliga av og komu í tvær góðar støður. Jákup Vatnhamar Olsen, sum helst átti av verið tveittur út seinni í dystinum, sendi eitt gott innlegg innfyri, sum mundi lumpað øll. Tíbetur endaði bólturin í nettakinum.



Teit var aftur ein brandur í dag, og fleiri ferðir megnaði hann at senda innbjóðandi bóltar inn í brotssteigin. Tað er bara skammiligt, at vit ikki eiga ein áleypara, sum kann síggja og søkja sinar møguleikar, tá høvið býðst. Alt ov ofta blivu vit kløkkaðir av góðu bóltunum, og tá er lætt at verja fyri. Nei tú, meiri no...ir í álopið, takk.



Vertirnir fingu tó tað eina málið, sum tíverri bleiv matchbólturin. Dagsins maður hjá vertunum, Sølvi Vatnhamar, fekk alt ov nógv pláss, og úrslitið er, at hann umvegis stongina sendur eitt gott langsskot í netið.



Vit tveittu nú teymarnar og herjaðu á. Seinastu løtuna komu vit aftur í fleiri vandastøður, men ongantíð fingu vit neyðuga skotið á.



Tí bleiv tað sera avgerandi, tá Dagfinn Forná valdi at brýksla dystin av, tá okkara menn vildu hava brotsspark. Vit vildu verða við, at ein leikari hjá Víkingini hevði vart fyri við hondini, tá vit skutu uppá mál. Menn komu heilt upp í tað reyða feltið, men har var einki at gera.



Hinvegin skuldu vit bara havt skorað uppá okkara møguleikar áðrenn tað, so høvdu vit sloppið undan tílikum tvætli. Hetta má og skal rættast til næstu ferð.



Vit eru nú í greiðari kreppu og hava bara vunnið 1 av 18 møguligum dystarstigum. Hetta er ikki gott, og hóast vit gera nógv rætt, er endaúrslitið bara ikki nóg gott.



So nú mugu vit alvorliga taka okkum saman, ikki sannheit ?



KOYR Á, HB!!!!




HAGTØLINI



Effodeildin, 13. umfar sunnudagin 29. mai 2015 kl. 15.00 í Sarpugerði



Víkingur – HB 1-0 (0-0)

1-0 Sølvi Vatnhamar 69’

Liðið: Teitur M. Gestsson – Bartal Wardum, Fróði Benjaminsen, Jóhan Troest Davidsen (liðsk.) Jógvan Rói Davidsen, Christian R. Mouritsen, Tróndur Jensen (Jákup F. Hansen 82), Rókur av Fløtum Jespersen, Ari Mohr Olsen (Adrian Justinussen 71). Teit Jacobsen og Poul Ingason (Øssur Dalbúð 44)



Óbrúktur eykaleikari:
Niklas Thomsen og Daniel Johansen



Gult kort: Bartal Wardum

Á beinkinum: Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Heðin Weihe og Uni Nielsen

Dagsins maður: Fróði Benjaminsen



Dómari: Dagfinn Forná
Hjálpardómarar: Dan Højgaard og Jørleif Djurhuus
4. dómari: Alex Troleis