Aftur javnleikur í Gundadali

Effodeildin, 27. umfar: HB – B36 1-1


Heldur eingin vinnari fekst í ársins seinastu grannauppgerð. Vit vóru klárt betri í fyrra hálvleiki, men gestirnir vóru raskari enn vit í seinna og fingu tiltuskað sær eitt uppiborið stig.



Hóast 1-1 ikki ljóðar av nógvum, og hóast at málmøguleikarnir kunnu teljast á einari hond, var talan um ein háorkudyst við nógvum og góðum nærdystum.



Vit vóru omaná í fyrra hálvleiki, og leiðslumálið fingu vit, tá stórur hálvur tími var spældur. Dagsins maður, Aleksandar Stankov, tók sakina í egnar hendur og sendi bóltin turt og hart í málið.



Helst var sjefurin í gulum í gávuhýri, tí var tað ein annan dag, áttu helst tríggir B36-leikarar at fingið gult kort fyri vitleysar taklingar beint áðrenn.



Men í staðin fekk Pingel lítla løtu seinni gult fyri somu atgerð, og hóast kortið var í lagið, staðfestir hetta bara, at dómaralinjan er ógvuliga ójøvn.



Tá tað er sagt, skal einki takast frá teimum gulu, tí tað er ikki altíð lætt at leiða eina so glóðheita grannauppgerð sum okkara. So hattin av fyri okkara dómarum og hjálpardómarum generelt.



Vit fóru til hálvleiks við góðari leiðslu, men samstundis vistu øll, at helst skuldi eitt mál afturat til fyri at kenna okkum trygg. Tað fingu vit ikki, og í staðin hendi tað, sum plagar at henda, at grannarnir skoraðu.



Útjavnandi málið kom, tá lítið korter var eftir at leika, og enn einaferð var tað Høgni Eysturoy, ið gjørdi tað ljóta móti okkum.



Uppspælið var ok, men Høgni kom í alt ov góða støðu, og Teitur hevði ongan møguleika at gera nakað við málið.



Seinastu løtuna royndu okkara menn at bjarga tilstundandi ársveitsluni, men neyvleikin var ikki har, og rættuliga synonymt við árið fór bólturin skeivu megin stongina hvørja ferð.



Enn eitt kappingarár er farið aftur um bak, og aftur hesa ferð mugu vit taka til takkar við fimta plássi og svartaperi. Men vit gleða okkum longu til komandi ár.



Vit skulu her ynskja Víkingi og teirra fjepparum hjartaliga til lukku við FM 2017, teirra næsta upp í slag. Tað er sera væl frágingið og vísir eitt felag í rívandi menning.



Samstundis senda vit ein serligan tanka til ÍF, sum má ta tungu leiðina niður í næstbestu deildina, har AB júst hevur vunnið seg upp aftur í Effodeildina. Hjartaliga til lukku við tí, lítlibeiggi.



Takk fyri eitt spennandi og gevandi kappingarár, og vit gleða okkum at herja á aftur í 2018.




KOYR Á, HB!!!!




HAGTØLINI



Effodeildin, 27. umfar leygardagin 21. oktober 2017 kl. 15.15 í Gundadali



HB – B36 1-1 (1-0)

1-0 Aleksandar Stankov 32’
1-1 Høgni Eysturoy 77’



Gult kort:
Sebastian Pingel og Tróndur Jensen



Liðið:
Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Johan Troest Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Daniel Johansen (Adrian Justinussen 46), Rókur av Fløtum Jespersen, Tróndur Jensen, Símun Samuelsen (Øssur Dalbúð 70), Sebastian Pingel, Aleksandar Stankov (Heri H. Mohr 82)



Óbrúktur eykaleikarar:
Bjarti V. Mørk – Levi Hanssen, Hjalti K. Djurhuus og Poul Thomas Dam



Á beinkinum:
Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe



Dagsins maður:
Aleksandar Stankov



Dómari:
Petur Reinert
Hjálpardómarar: Andreas Petur Hansen og Magni Mikkelsen
4. dómari: Rani A. Skaalum