AB vitjar sunnudagin

Undan 11. umfari í Effodeildini: HB – AB


Sunnudagin er aftur grannauppgerð á skránni í Gundadali. Lítlibeiggin av Argjum kemur á vitjan. Hetta er samstundis dysturin, har toppur møtir botni.




AB hevur enn ikki megnað at vinna í ársins Effodeild. Men hóast tveir javnleikir og átta tap hevur tað mangan verið nær við, men tað hevur bara verið stong út.



Í fleiri av dystunum hava gestirnir verið væl við og høvdu saktans kunnað fingið meiri burturúr. Eitt nú í síðstu viku tá ÍF var á vitjan úti í Vika.



Vit fingu eina skøvu í lakki, tá vit í seinasta umfari leiktu javnleik móti grannunum fyri sunnan.
Sjálvt um vit komu framum við tveimum, megnaðu vit ikki at gera enda á mótstøðuni og tí bleiv tað loksins ti,l at vit máttu renna aftaná.



Vit vístu tó góðan stríðsanda og komu afturí aftur, og tá Christian skoraði útjavnandi málið, sóu vit dygdir, ið eyðkenna eitt gott oddalið.



Avgerandi sunnudagin verður eins og í øllum hinum dystunum at hava høvdið við og koyra uppá tað, sum vit duga. Eitt sindur av heppni skal helst eisini til. Men við allari virðing fyri AB eiga vit at koyra hendan dystin heim.



Vit gleða okkum at fáa AB og allar teirra fjepparar á vitjan sunnudagin og ynskja øllum hjartaliga vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll. Dysturin byrjar kl. 15.00.

Koyr á, HB!!!

Allir dystirnir í 11. umfari eru hesir:

2405 ÍF – EB/Streymur
2605 TB – 07 Vestur
2605 HB – AB
2605 KÍ – NSÍ
2605 Víkingur – B36