Arbeiðssigur við Stórá í dag








Effodeildin, 4. umfar: TB - HB 0-1



Tað stóð nógv á í seinna hálvleiki, men vit riðu stormin av okkum og komu norðurumaftur við trimum stigum í skjáttuni.




HB-liðið, sum fór á vøllin við Stórá, var nógv broytt í mun til vanligu startuppstillingina. Christian, Bartal og Ári vóru uttanfyri við skaða, meðan Teit sat á bonkinum, tí hann ikki kundi spæla fullan dyst. Í miðverjuni fekk Jákup F. Hansen debut í miðverjuni, meðan Magnus Egilsson spældi á vinstra bakki. Fróði og Poul byrjaðu eisini inni fyri fyrstu ferð í ár.



Veðrið var gott á Tvøroyri í dag, men tað var eitt fitt lot eystanifrá, sum órógvaði spælið ikki sørt. Dysturin var ikki meir enn byrjaður, tá TB fekk ein risamøguleika. Bólturin verður spældur innfyri, har okkara ikki fáa fatur á honum, og endar hjá einum TBara. Hesin gjørdist nokk heldur bilsin um støðuna, tí hann fekk slett ikki skot á, so eingin trupulleiki var hjá Teiti at verja.



Vit komu inn í dystin so líðandi og fingu eina góða løtu við fleiri hálvum møguleikum. Í 13. minutti hendir so tað, at vit vinna bóltin á miðjuni. Bólturin endar hjá Róki, sum longu hevði sæð at málmaðurin hjá TB er heldur langt úti. Hann ger ikki mætari enn at senda eitt gott skot móti tóma málinum, og málmaðurin kundi ikki gera annað enn at hyggja eftir bóltinum, sum fleyg yvir høvdinum á honum og í málið til 1-0. Væl sæð og væl skotið av Róki.



Okkara vóru omaná nú og komu til onkrar møguleikar. Serliga Poul hevði onkran stóran møguleika, men inn fór bólturin ikki. Tvørámenn lógu eisini framvið og í 25. minutti hava teir ein góðan møguleika, men Magnus blokerar fyri skotinum. Kviki framherjin Adu hevði eisini ein sera góðan skallara, sum fór dygst framvið stongini. Beint aftaná endar gott HB-álop við, at Tróndur sendir gott skot móti málinum, men tað verður blokkerað til horna. Løtu seinna var tað aftur í hinum endanum, tá Adu hevði eina góða roynd.



Okkara høvdu havt vindin við í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki høvdu heimamennirnir fyrimun av vindinum. Teir vóru øgiliga grammir og løgdu eitt stórt trýst á okkum og fingu eitt hav av hornaspørkum. Tey lógu væl og skaptu vandamiklar støður, men okkara kláraðu at rudda burtur. Tá brúk var fyri Teiti í málinum, var hann har, hann skuldi vera.



Í 73. minutti gerst Jógvan Rói brádliga púra leysur og setur beina kós móti TB málinum. Hann fær skot á, men TB málverjin fær vart fyri. Rókur og Fróði komu eisini í góðar støður, men skotini endaðu í síðunetinum. Tað var nakað lítið spæl at síggja frá okkara síðu í seinna hálvleiki, men menn stríddust fyri lívinum, og tað vísti seg at vera nóg mikið, til at fáa sigurin í hús móti heldur óneyvu heimamonnunum.



Tað lætnaði um hjartað hjá okkum, tá Ejler Rasmussen bríkslaði dystin av, tí tað stóð øgiliga nógv á í seinna hálvleiki. Pent var tað ikki, men við hørðum arbeiði frá øllum monnum, fingu okkara øll stigini í pottin, og tað er í síðsta enda tað, sum telur. Samanumtikið má sigast, at teir, sum fingu møguleikan frá fyrsta bríksli í dag, veruliga tóku av. Serliga Jákup og Magnus stóðu seg sera væl í verjuni.

Tvørámenn vístu, at vitjandi liðini ikki fáa tað lætt við Stórá. Longu um seks vikur skulu vit aftur til Tvøroyrar. Um tað eisini verður sum oddalið tá, fáa vit at síggja. Fyribils gleðast vit um tey trý stigini, vit fingu við norður aftur í dag og seta fokus á næsta dyst, sum verður komandi leygardag á Skála. Bussurin koyrur.


Koyr á, HB!!!! 


HAGTØLINI

Effodeildin, 4. umfar sunnudagin 3. apríl 2016 kl. 15.00 við Stórá

TB – HB 0-1 (0-1)
1-0 Rókur av Fløtum Jespersen 13'



Liðið: Teitur M. Gestsson – Magnus Egilsson, Jóhan Troest Davidsen (liðsk.), Jákup F. Hansen, Jógvan Rói Davidsen, Pál Mohr Joensen (Símin Hansen 74), Fróði Benjaminsen, Tróndur Jensen, Rókur av Fløtum Jespersen, Ari Mohr Olsen (Teit Jacobsen 46) og Poul Ingason.



Óbrúktur eykaleikari: Niklas Thomsen, Adrian Justinussen og Tóri Rasmussen

Gult kort: Tróndur Jensen, Jákup F. Hansen, Magnus Egilsson og Teit Jacobsen

Á beinkinum: Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Heðin Weihe og Uni Nielsen

Dagsins maður: Rókur av Fløtum Jespersen



Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Andrew Christiansen og Georg N. Rasmussen
4. dómari: Lars Muller


Myndir: Rakul Hansen