Okkara menn aftur á slóðina

1. deild menn, 5. umfar: HB - EB/Streymur 3-0

Eftir tveir ósigrar á rað bradagði aftur mikukvøldið, tá sundalagsmenn vóru á vitjan. Ein góður 3-0 sigur var úrslitið, sum hevur við sær, at okkara næstbesta lið liggur heilt uppi í toppinum í 1. deild.


Dysturin var ikki meira enn byrjaður, tá Dávid R. Nolsøe legði okkum framum. Stórar tjúgu minuttir seinni økti Jákup Slættalíð.

Farið var til hálvleiks við 2-0 leiðslu. Hon helt sær eisini fram fýra minuttir eftir tímaslagið, tá Pál Mohr Joensen slóg sigurin fastan til 3-0.

Flott avrik og hugaligt at vit nú eru komnir á slóðina aftur. Hjartaliga til lukku við góða sigrinum.

HAGTØLINI

HB - EB/Streymur 3-0 (2-0)

HB: Eli Nolsøe Leifsson - Bárður S. Guttesen, Sørin N. Samuelsen (liðsk.), Sverri Mohr Mortensen, Kári Nielsen (Eyðun H. Højgaard 46), Tróndur Jensen, Dávid R. Nolsøe (Kjartan Nielsen 62), Kári Hvannastein (Tóri Rasmussen 72), Pál Mohr Joensen, Jákup Slættalíð og Magnus Egilsson

Eyka: Johan Ejvind Mouritsen
Venjari: Frankie Jensen
Hjálparvenjari: Símun Eliasen