Havnar Bóltfelag

KUNNING

 

BOÐ

19. august
Smápiltar 2000-2001
16. august
Pinkur og
Gentur 10-12
12. august
Smádreingir 96-97
12. august
Smápiltar (2000)
9. august
Piltar 1999
9. august
Smágentur/gentur
(
12-14 ár)

KOMANDI DYSTIR

HB-HÚSIÐ

LÝSINGAR

VENJINGARTÍÐIR

 GEVIÐ GÆTUR


Ársins lutaseðil - Vinn eina ÍBÚÐ fyri bara 100 kr.!!

HB - mesta vinnandi felag í Føroyum!
 
Vodafonedeildin
21. umfar
HB - FC Suð.
sunnudagin
12. sept. kl. 15.00
---

Síðsti dystur
B71 - HB 0-2

Bussferðir
HB-stuðlar skipa fyri busstúri til útidystir
Komið við!

Soccerway
 


STUĐLAR

HB-KALENDARIN
<
September  2010
>
MTMHFLS
   
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
     

VENJINGARDYSTIR 2010



Stutt um venjingardystirnar hjá Vodafoneliðnum
Tekstir: Jónfinn Petursson (við heimildarum)
Myndir: Heðin Weihe.


Dystur 1 - Týsdagur 9. februar 2010 kl. 18.00 HB - AB 1-0 (0-0)
Liðið: Marcin Dawid, Pætur Jørgensen, Milan Kuljic, Fróði Benjaminsen, Tór-Ingar Akselsen, Símun Samuelsen, Kári Nielsen, Levi Hansen, Rógvi Poulsen, Jógvan Skeel Nolsøe og Andrew av Fløtum

Eykamenn:
Hendrik Rubeksen, Bárður Mortansson, Óli Arge, Pál Joensen, Kristin R. Mouritsen, Johan Magnus Dalbø og Tummas Juul S. Thomsen


Dómari:
Ransin

Mál: Rógvi.

Viðmerking:
Loksins varð lagt til bráts aftur. Hóast ljósviðurskiftini í Gundadali framvegis er grátiliga vánalig, royndu menn at spíla seg. Um miðjan fyrra hálvleik skoraði Rógvi tað sum vísti seg at verða sigurs málið. Frensarnir misbrúktu eitt brotsspark, sum var teirra besti møguleiki at koma inn aftur í dystin. Fínt lag á monnum og til tíðir var spælið bara heilt gott, men enn er sjálvandi langt eftir at verða dystarklárir. Gott avrik. Tíverri var ov myrkt at taka myndir.

Dystur 2 - Leygadagin 13. februar kl. 13.00 HB - ÍF 4-4 (1-3)
Liðið: Dánjal Pauli í Búðini, Pætur Jørgensen, Milan Kuljic, Vagnur Mohr Mortensen, Rógvi Poulsen, Kári Nielsen, Tór-Ingar Akselsen, Símun Samuelsen, Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum, Daniel Førlansos

Eykamenn:
Kaj Niclasen, Kristin R. Mouritsen, Óli Arge og Hendrik Rubeksen


Dómari:
Jóhan Petur Michelsen

Mál: Andrew 2, Milan og Símun

Viðmerking:
Stórar broytingar vóru í hópinum í mun til dystin Týskvøldið. Marcin, Levi og Fróði høvdu frí. Símun Rógvi og Poul Thomas eru ikki klárir enn og av tí at Tummas Juul var upptikin í hondbólti, var blaðungi Dánjal Pauli í Búðini setur í málið. Verjan var broytt eitt sindur og høvdu teir stórar trupuleikar av eitt nú Rógva Jacobsen serliga í fyrra hálvleiki. At Jákup Mikkelsen bjargaði brotssparki frá Andrew við støðuna 0-2 gjørdi tað ikki betri. Nakrar justeringar vóru gjørdar í hálvleikinum og hjálpti hetta sera væl. Endaliga úrslitið bleiv javnleikur og er hetta flott afturíaftur komið av okkara monnum. Fínur dystur við skolandi álopsspælið. Akkurát sum tað eigur at verða tá HB og ÍF hittast. Gott avrik. Myndarøð frá dystinum kann síggjast her.

Dystur 3 - Leygadagin 6. mars kl. 12.00 HB - B36 3-1 (2-1)
Liðið: Marcin Dawid, Tór-Ingar Akselsen, Þórður S. Hreidarsson, Vagnur Mohr Mortensen, Pál M. Joensen, Rógvi Poulsen, Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen, Kristin R. Mouritsen, Símun Samuelsen og Andrew av Fløtum

Eykamenn:
Símun Rógvi Hansen, Jógvan S. Nolsøe, Rógvi Holm, Bárður Mortansson og Levi Hansen


Dómari:
Jóhan Petur Michelsen

Mál: Símun (2) og Jógvan S. Nolsøe

Viðmerking: Sama dag, sum Havnar Bóltfelag heldur stóran limadag, hittust grannarnir í Gundadali til venjingardyst. Gott lag og heilt fitt av fólki var samlað til dyst. Vit settu okkum greitt á dystin beinanvegin, og leiðslumálið, sum sera vælleikandi Símun Samuelsen skoraði, var væl uppiborið. Eitt sindur trilvandi var verjan tó, og tað júst eftir ein lítlan verjufeil, at Róaldur Jacobsen slapp at senda eitt frálíkt skot umvegis stongina í netið. Lítla løtu seinni skoraði Símun aftur, og so fóru vit til hálvleiks við 2-1 leiðslu.
Seinni hálvleikur var ikki so góður sum fyrri, allarhelst tí nógvu skiftingarnar gjørdu ,at rútman hvarv. Tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik punkteraði Jógvan dystin við hegnisliga, hóast næstan vatnrættur, at lobba bóltin uppum málmannin og í netið.
Vit løgdu okkum nú aftur og bíðaðu eftir kontramøguleikum. Væl frágingið avrik.
Myndarøð hjá Poul Arna Berg frá dystinum kann síggjast her.


Dystur 4 - Týsdagin 9. mars kl. 18.00 ÍF - HB 2-3 (2-0)
Liðið: Símun Rógvi Hansen, Þórður S. Hreidarsson, Rógvi Holm, Jóhan Magnus Dalbø, Óli Arge, Bárður Mortansson, Kári Nielsen, Tór-Ingar Akselsen, Levi Hansen, Jógvan Skeel Nolsøe og Andrew av Fløtum

Eykamenn: Marcin Dawid, Milan Kuljic, Páll Holm Jacobsen, Fróði Benjaminsen


Dómari: Bárður Mortensen

Mál: Levi, Doddi og Fróði

Viðmerking:
 Sum sæst á leikaralistanum vóru nógvar broytingar á liðnum í mun til leygadagin. Sama var galdandi fyri vertirnar. ÍF legði seg framum bæði eitt og tvey null og var fari til hálvleiks við greiðari ÍF-leiðslu.
Í seinna hálvleiki komu vit betur við og sum hálvleikinum leið, sást at ÍF hevði verið í tveimum hørðum dystum um vikuskiftið. Seinastu tíggju minuttirnar vendu vit øllum á høvdið tá fyrst Levi síðan Doddi, sum Þórður S. Hreidarsson hereftir verður nevndur í dystarfrásøgnunum, settu bóltin í málið. Punktumið settið Fróði við okkara triða málið í dystinum. Samanumtikið ein frálíkur venjingardystur.
Nú fara menn at gera seg klárar til Stórsteypadyst komandi sunnudag. Ongar myndir verða tiknar tá leikt verður um kvøldið. Ljósviðurskiftini kring føroysku leikvallirnar er generelt út av lagi vánalig og er Fuglafjørður einki undantak í so máta.

Dystur 5 - Leygardagin 20. mars kl. 13.00 EB/Streymur - HB 3-1 (1-1)
Liðið: Símun Rógvi Hansen, Jógvan Rói Davidsen, Svenn Jacobsen, Jóhan Magnus Dalbø, Tór-Ingar Akselsen - Kristin R. Mouritsen, Kári Nielsen, Miljan Kuljic, Jógvan Skeel Nolsøe, Johan Ejvind R. Mouritsen - Tróndur Sigurðsson

Eykamenn: Marcin Dawid og Yohan Borðoy


Dómari: Jóhan Sigurd Gleðisheygg

Mál: Jógvan Skeel

Viðmerking: Endiliga ein ósigur í venjingardysti. Hóast rætta úrslitið kanska átti at verið javnleikur, vertirnir fingur tvey sera bílig mál, fekk unga og óroynda lið okkara ein fínan dyst. Einasti leikari sum byrjaði inni í Stórsteypadystinum var Kári Nielesen. Hinvegin, sundalagsmenn hava eisini menn á landsliðnum og vóru tí heldur ikki í fullari styrki. Allíkavæl, ein fínur venjingardystur nú stutt uppundir kappingarbyrjan.

Havnar Bóltfelag | Gundadalur | Postsmoga 1333 | 110 Tórshavn | Telefon +298 314046 | Telefaks +298 318502 | hb@hb.fo | Logga á

Designed by Grafik Studio • Copyright 1998-2006 Havnar Bóltfelag