KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Heppin sigur til KÍ

1. lið21-05-2017 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 9. umfar: KÍ – HB 1-0

Ein slappari, hálvan minutt fyri hálvleik, gjørdist sera kostnaðarmikil. Frálíka langskotið frá Dion Splidt varð munurin í dag, og hevur við sær, at vit eru í fríum falli og nú mugu hyggja niður eftir heldur enn upp.


Ikki tí, vit stríddust sum úlvur á skóg fyri at fáa útjavnandi málið. Tó, heldur ikki í dag dugdu vit at lirka verjubussin hjá heimaliðnum upp, og tí megnaðu vit heldur ikki hesuferð at skjóta mál uttanfyri bøðgarðin í Havn.

Fyrra hálvleik glíða vit skjótt og elegant yvir. Vertirnir tímdu ikki og vit megnaðu ikki at mynda dystin og tí var helst talan um ringastu 45 minuttirnar í longri tíð millum KÍ og HB.

Beint fyri hálvleik raknaðu vertirnir við samstundis sum vit vóru á veg til hálvleiks. Vit fáa beint eitt horna burtur men vóru ikki klárir at herja á aftur, og tí sleppur Dion Spidt at smekka bóltin í málið. Gott mál uttan møguleika hjá Teiti at verða fyri.

Hetta hevði við sær, at vit mátu út at jagstra í seinna hálvleiki. Nakrar skiftingar vóru gjørdar og hesar høvdu við sær at vit komu betur við.

Vit komu til fleiri góðar støður men tá avgerðandi høggið skal høggast, eru vit ikki har, ella er verjan fyri. Beint fyri leiklok var um reppið, men, eins og áður vóru vit ikki nóg skarpir. Enn eitt tap er veruleiki, og serliga í Stuðlabussinum var bitin sera beiskur.

Faktum er, at vit nú eru í niðara partinum av ársins Effodeild, og tað var avgjørt ikki tað vit vónaðu tá kappingin byrjaði. Vit mugu nú at taka okkum saman og fáa handa bóltin í málið.

Møguleikin býðst longu hósdagin tá seinna hálvfinalan móti B36 er á skránni og sjálvandi eru vit klár til tað tíð. Minnist til, vit vinna sum lið og vit tapa sum lið.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 9. umfar sunnudagin 21. mai 2017 kl. 15.00 í Djúpumýru

KÍ – HB 1-0 (1-0)
1-0 Dion Splidt 45’

Gult kort: Jógvan Rói Davidsen

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Johan Troest Davdisen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Martin Bergvold (Símun E. Samuelsen 67), Heðin Hansen, Levi Hanssen (Heri H. Mohr 89), Rókur av Fløtum Jespersen, Ari Mohr Olsen (Sebastian Pingel 20) og Alexandar Stankov

Óbrúktur eykaleikarar: Mattias Lamhauge, Dánial Pauli Lervig, Tróndur Jensen og Poul Thomas Dam

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Johan Troest Davidsen

Dómari: Lars Múller
Hjálpardómarar: Jan Hermanssen og Edvard Højgaard
4. dómari: Dagfinn Forná


Myndir: Rakul Hansen