Heiðurslimir




 

POUL MICHELSEN
22-07-1944

Poul leikti á fremsta liðnum hjá HB seinnapartin av sekstiárunum og fyrst  í sjeytiárunum og kom eisini  á landsliðið. Hann gjørdi bæði málini í minniliga 2-1 dystinum móti KÍ í 1971 og vissaði HB meistaraheitið tað árið.

Poul var formaður í fótbóltsdeildini hjá ÍSF áðrenn FSF var stovnað, og hann var fyrsti formaður í P/F Havnar Fótbólti, sum virkaði frá 1998 til 2011 og fekk  átta meistarheiti í hús til HB  í hesum tíðarskeiði.

Poul var undangongumaður í Tórsvallarætlanini, sum nú er vorðið eitt prýðiligt landsstadion.

Poul varð útnevndur til heiðurslim í Havnar Bóltfelag á ársveitslu felagsins í 2014.

 
  JÓGVAN Á LAÐ (JOHANSEN)
1922-2012

Mr. HB
Jógvan á Lað var í mong ár ímyndin av Havnar Bóltfelag.
Umframt at vera formaður, var hann bæði liðformaður hjá HB og á landsliðnum.
 
Jógvan var eisini leiðari í bygginevndini, tá gamla og nýggja HB-húsið skuldi byggjast.

Jógvan var  fastur fúsur í Gundadali, eisini tá hann var komin væl upp í árini.

Jógvan gjørdist fyrsti heiðurslimur í Havnar Bóltfelag 24. juli 1992.

Les annars meira um Jógvan í báðum HB-bókunum.


  ÓLAVUR LAMBAA
1927-2000

Var við til at stovna Felagið HB-stuðlar í 1979.

Ólavur gjørdist fyrsti heiðurslimur í HB-stuðlum á ársaðalfundinum í mars 2000. 

Ólavur var formaður í ÍSF í tíðarskeiðinum 1962-1972
Mynd: HB, mars 2000


  HERI MOHR
19-03-1925   

Var við til at endurstovna Felagið HB-stuðlar í 1990.
Kassameistari í nevndini 1990-2000. 

Heri gjørdist næsti heiðurslimur í HB-stuðlum á ársaðalfundinum í 2001.

Mynd: HB, 2001
  EIGIL HANSEN
1929-2010  

Ein eldsál í stuðlafelagnum. 

Nevndarlimur 1995-1998. 

Eigil gjørdist triði heiðurslimur í HB-stuðlum á ársaðalfundinum í 2003. 

Mynd: HB, 2003