KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







HB úti av Champions League

1. lið22-07-2014 - Jónfinn Petursson

Champions League, 2. undanumfar, seinni dystur: HB – FK Partizan 1-3

Hóast vit spældu ein super fyrra hálvleik og spældu fult upp við gestirnar, hevði Partizan meira í posanum í seinna og vann samanumtikið ein greiðan sigur.


At venjararnir høvdu givið okkara monnum boð um at spæla fyri møguleikanum, sást greitt beinanvegin.
Hóast gestirnir vóru kvikari og knappari enn vit, megnaðu vit at koyra bóltin væl runt og koma í brúkiligar støður.

Rógvi skallaði yvir málið eftir horna, tá bara tríggir minuttir vóru leiktir. Jóan Símun kom fyri, tá málverjin, Milan Lukač, skuldi senda bóltin í spæl, og var um reppið at koma í keðiliga støðu, tá bólturin spakuliga fór snarandi móti málinum. Hepnið var tó við honum, tá hann í evstu løtu fekk beint bóltin burtur.

Fimm minuttir eftir hálva tíman skoraðu vit. Bartal Wardum, ið kom inn fyri Heina Vatnsdal, sum mátti av vøllinum við skaða, var á blettinum og høvdaði bóltin í málið.

Uppspælið til málið kom úr eini verjuvillu, har Jóan Símun enn einaferð kom ímillum. Hann rekur móti málinum og roynur seg við skotið, sum fer framvið. Hinumegin er Kristin klárur. Hann sendur Pál avstað í vinstru. Við nógvari ferð fær Pál sent eitt gott innlegg innfyri, og har var Bartal staddur. Við hesum er Bartal okkara yngsti málskjútti í evropeiskum fótbólti.

Gestirnir vóru sjálvandi eisini við, men hóast teir komu í nakrar vandastøður, var helst besti møguleikin tann, ið Nikola Ninković kom til. Tíbetur var skallarin alt ov veikur, og Teitur helt bóltinum. 1-0 í hálvleikinum og gott lag á áskoðarunum, sum í kvøld vóru yvir 1100.

Leikararnir hjá FK Partizan høvdu helst fingið turt uppá í hálvleikinum, tí teir løgdu øgiliga nógv meira fyri í seinna.

Eftir fleiri vandastøður javnaðu teir bara fýra minuttir inni í seinna hálvleiki. Nikola Ninković hevði síðsta fótin á einum sera góðum innleggi úr høgru síðu.

Serliga Ninković var ein áhaldandi hóttan, meðan Danko Lazović, ið spældi ein branddyst í Beograd, mest var upptikin av at spæla klóvn og detta hvørja ferð, okkara verjuleikarar nærkaðust. Makedonski dómarin, sum vit her á síðuni ikki tíma at brúka tíð uppá, lat tó ikki við seg koma.

Lazovic megnaði tó at leggja gestirnar framum. Gott spæl endar við, at Lazović verður sendur avstað, og hóast Teitur roynur at koma fyri, er endin, at framherjin trillar bóltin í málið.

Teitur spældi eisini ein góðan dyst og hevði nakrar heimsklassabjargingar ímóti endanum av dystinum, tá okkara battaríir vóru um at tømast.

Innskifti Petar Grbić slapp at seta punktum beint fyri leiklok. Vit løgdu nakað fyri at koma frameftir og koma til onkran møguleika, og vórðu fangaðir í skjótari umstilling.

Samanumtikið ein fult uppiborin sigur sæð yvir 90 minuttir, har vit høvdu munin í einum vælspældum fyrra hálvleiki.

Okkara leiklutur í ársins Champions League er liðugur, og vit kunnu fattir takka fyri í ár og herja á aftur í heimligur kappingini. Vit fegnast um nakrar undirhaldandi Champions League dystir, har okkara gjørdu flottan figur.


Koyr á, HB!


HAGTØLINI

Champions League, 2. undanumfar týsdagin 22. juli 2014 kl. 19:00 á Tórsvølli

HB – FK Partizan 1-3 (1-0)
1-0 Bartal Wardum 35’
1-1 Nikola Ninković
49’
1-2 Danko Lazović 75’
1-3 Petar Grbić 90’

Liðið: Teitur M. Gestsson – Pál Mohr Joensen, Jóhan T. Davidsen, Rógvi S. Holm, Jógvan Rói Davidsen Levi Hanssen, Heini Vatnsdal (Bartal Wardum 22), Fróði Benjaminsen (liðsk.), Kristin R. Mourtisen (Andrew av Fløtum 82), Tróndur Jensen (Poul Ingason 74) og Jóan Símun Edmundsson

Óbrúktir eykaleikarar: Thomas Knudsen og Símun E. Samuelsen

Venjarar: Heðin Askham, Jón Simonsen

Dagsins maður: Allir (red.)

Gult kort: Jóan Símun Edmundsson og Fróði Benjaminssen

Dómari: Dimitar Mexkarovski (MKD)
Hjálpardómarar: Dejan Nedelkoski og Goce Petreski (MKD)
4. dómari: Dejan Jakimovski (MKD)