KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







savnsmynd hb.fo

Góður javnleikur

1. lið30-04-2017 - Helgi Nielsen

Effodeildin, 6. umfar: HB - Víkingur 2-2

Áskoðararnir máttu bíða eitt sindur eftir undirhaldinum í Gundadali í dag, men eftir eina heldur rótuta byrjan fingu vit ein fínan og sera undirhaldandi dyst við nógvum málmøguleikum og spenningi.

Okkara Fróði var ikki við gestunum í Gundadali í dag, so honum fingu vit ikki høvi at heilsa. Tað var tó eitt vælmannað Víkingalið, sum møtti til dyst í dag, meðan báðir danirnir hjá okkum vóru uttanfyri við skaða.
Byrjanin var sum sagt heldur trilvandi og rótut, har lítið skipað spæl var at síggja og eingir málmøguleikar. Ikki fyrr enn í 13. minutti sóu vit fyrstu veruligu málroyndina, og hana áttu gestirnir, men einki spurdist burturúr.

Vit vistu frammanundan, at Víkingarnir eru sera vandamiklir við deyðbóltar, og tað fingu vit nógv dømi um í dag. Í 22. minutti eru gestirnir í álopið, og ein bóltur verður sendur móti málinum. Bólturin verður skotin útfrá, men beint til Hans Paula sum smekkaði til í stongina og inn og so vóru gestirnir á odda. 
Nakrar minuttir seinni sóu vit eitt sera gott HB álop, sum endar við at Dánjal Pauli kemur til baklinjuna og sendur bóltin innfyri, har fyrst Pingel og śiðan Jógvan Rói royndu at fáa skot á, men tíverri fingu vit einki burturúr stóra møguleikanum. Okkara vóru veruliga komnir við aftaná málið til gestirnar, og nakrar minuttir seinni ger Atli eitt groft fríspark móti Pingel. Rókur tók frísparkið, men tíverri beint í múrin, har Sorin lá sum keylan. Tað gjørdu Víkingarnir rættuliga nógv av allan dystin.

Okkara hildu áfram at trýsta, og í 39. minutti hava vit innkast langt frammi á Víkingahálvuni. Tað kastaði Pingel heilt inn móti málinum, har Ári var fyrstur á og setti bóltin í netið til 1-1. Í eykatíðini áðrenn hálvleik fekk Ári sent ein góðan skallara móti málinum, men tíverri beint við síðuna av.

Í seinna hálvleiki komu gestirnir sera ágangandi út og løgdu eitt stórt trýst á okkara. Teir fingu eitt hav av hornaspørkum, sum øll vóru rættuliga vandamikil. Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki bjargaðu okkara ikki minni enn 3 ferðir á strikuni aftaná horna. Vit fingu eisini onkrar møguleikar hesa løtuna m.a. aftaná horna og skot útifrá. So stilnaði av aftur eina løtu, men í 63. minutti hevði Pingel eitt sera gott skot móti málinum, men beint uttanfyri. Gestirnir vóru vandamiklastir við deyðbóltar, og í 70. minutti hava teir horna, har bólturin endar hjá Gert sum setir bóltin í málið til 1-2.

Minuttin aftaná er tað vit sum hava góða roynd í hinum endanum, tá Jóhan skýtur móti málinum, men tíverri beint uttanfyri. Nakrar minuttir seinni er tað vandamikið í okkara enda, tá Hans Pauli sendir eitt gott skot móti málinum, men Teitur er sum køtturin og bjargar til horna. Seinni er tað Lava sum roynir seg, men aftur verjir Teitur fyri. Løtu seinni hava vit horna, har bólturin verður sendur útfrá, har dagsins maður, Aleksandar Stankov, er fyrstur á og smekkar bóltin í kassan til 2-2. 

Tað lá til ein javnleik, men í yvirtíðini endar ein langur Víkingabóltur við, at bólturin endar hjá Hanusi, sum smekkar hann í málið til 2-3 - hildu øll. Frá bakkanum sá tað út sum fríspark varð gjørt áðrenn, men endin var at dómarin løtu seinni kolldømdi málið vegna rangstøðu í uppspælinum. Hóast Víkingarnir fingu eitt horna afturat, komu ikki fleiri mál í dystinum, sum sostatt endaði 2-2, sum nokk var á góðari leið. 

Komandi leygardag er tað hitt oddaliðið, Suðringar, sum vitja í Gundadali, so tá skal aftur arbeiðast hart, skulu stigini fáast í hús.


Koyr á, HB!


HAGTØLINI

Effodeildin, 6. umfar sunnudagin 30. apríl 2017 kl. 15.00 í Gundadali
HB – Víkingur 2-2 (1-1)
0-1 Hans Pauli Samuelsen 22'
1-1 Ári Mohr Jónsson 39'
1-2 Gert Hansen 70'
2-2 Aleksandar Stankov 85'

Gult kort: Rókur av Fløtum Jespersen

Liðið: Teitur M. Gestsson – Dánjal Pauli Lervig (Heri H. Mohr 80), Bartal Wardum, Johan Troest Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen (Símun Samuelsen 75), Aleksandar Stankov, Tróndur Jensen (Adrian Justinussen 79), Rókur av Fløtum Jespersen, Sebastian Pingel, Levi Hanssen og Ári Mohr Jónsson

Óbrúktur eykaleikarar: Matthias Lamhauge, Daniel Johansen og Poul Thomas Dam

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Uni Nielsen, Tróndur Vatnhamar og Heðin Weihe

Dagsins maður: Aleksandar Stankov

Dómari: Lars Muller
Hjálpardómarar: Andrew Christiansen og Jan Hermansen
4. dómari: Eiler Rasmussen