KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
ÍF - HB
hósdagin 24. august
kl. 18.00

 
mikudagin 23. august 
kl. 18.00


EBS/Skála - HB
sunnudagin 27. august
kl. --.--


 

 


Stuðlar







Mynd: in.fo

Gestarøðan á Stuðlaveitsluni

08-02-2017 - Jónfinn Petursson

Leygarkvøldið 28. januar var Stuðlaveitslan á skránni. Ein avbera góð og væl fyriskipað veitsla, sum vanligt. Í ár høvdu fyrireikararnir fingið Jákup Mørk at halda gestarøðuna og við loyvi frá honum, endurgeva vit hesa í fullari longd.


Gott kvøld øll somul, og takk fyri innbjóðingina. Og eg má eisini siga, at eg eri eitt sindur beæraður av, at mann soleiðis verður boðin at siga nøkur orð her í HB-húsinum.

Ikki tí - eg havi havt mangar góðar løtur saman við góðum HB’arum – eisini í HB-húsinum. Men sum erka-B36’ari í beinari linju frá stovnan felagsins var hetta nú ikki tað, sum eg roknaði við lá soleiðis fremst fyri.

Tað skal tó sigast, at eg geri tað við gleði. Abbi tók altíð fyri, at tað nyttar einki at vera fanatiskur. Tað skal vera pláss fyri øllum – eisini HB’arum, tí annars hava vit ongan at kappast við.

Seinastu tvær vikurnar hevur eitt av heitu kjakevnunum verið syndin. Um tað er synd at vera samkyndur, taka fosturtøkur, liva í pappírsleysum samlag ella at gifta seg uppaftur.

Akkurát teir spurningarnar skal eg ikki nerta við, men eg má viðganga, at eg havi syndað - ikki minni enn tvær ferðir. Ikki hesar smáu syndirnar, sum vit øll gera soleiðis av og á. Nei, eg meini veruliga syndað.

Fyrru ferðina var eg bara sjey ára gamal. Hevði gingið í barnagarði við eitt nú Siggi og Jóannes Jacobsen – aka fiskirættindi á uppboðssølu – og hevði hartil onkrar aðrar vinir, sum eisini vóru HB’arar.

Ein heilan vetur gjørdi eg tí ikki mætari enn at venja við HB. Stuttligt var tað avgjørt. Sum venjarar vóru Benny og Tommy longu partur av felagsarbeiðinum. Eg fekk eisini onkra innandura-kapping við hendan veturin, og tað er eingin loyna, at tað nívdi abban, at uppalingin eftir øllum at døma hevði traðkað somikið langt við síðurnar av.

Eg kom sjálvandi á betri tankar, og eftir hetta var støðan eisini, at eg fyri tað nógva tók bóltin frá HB’arum heldur enn at spæla til teir.

Tað var tó ikki altíð líka stuttligt at vera B36’ari. Eitt var, at vit í okkara árgangi støðugt máttu taka til takkar við silvur ella bronsu, líkamikið um spælt varð innan- ella uttandura. Tað var hóast alt betri enn hjá B36-liðum flest.

Verri var, at sum lítlibeiggin í Gundadali máttu vit støðugt finna okkum í, at stóribeiggin var best og vann mest. Onkra tíð kundi tað kosta nakrar háðandi viðmerkingar, sum tó ikki sviðu so nógv, men hetta avleiddi eina øvundsjúku, sum nokk ikki er heilt slept enn. Heldur ikki hóast tað nú er blivin mest sum ein góður vani, at vit í B36 enda ovari enn HB á stigatalvuni.

Mentunarliga hava vit sunnanfyri altíð verið lítlibeiggin. Um vit vilja tað tað ella ikki. Til tíðir verða vit beinleiðis happað – og vit góðtaka tað.

Tak 1995 sum dømi. Tá spældu vit í svørtum búnum við hvítum brókum, og tað tók ikki leingi, áðrenn stóribeiggi rópti okkum “pingvinir”. Og enn í dag hongur navnið við, hóast vit øll árini síðani hava spælt í hvítum. Vit leggja ikki so nógv í tað, men heldur tú, at nakar HB’ari hevði funnið seg í eyknøvnum, sum okkurt stuttligt høvd í B36 hevði funnið uppá? Neyvan.

Og tá tit fyrst í 90’unum góvu út nýggja HB-fløgu, gjørdu tit eisini gjøldur við okkum. Faktiskt var tað heilt forbannað frekt, tá tit umskrivaðu ein av sangum okkara, so næsta reglan bleiv “men nú er tað felagið sovnað...”. Eisini hesum funnið vit okkum í, og spyrt tú ein ungan B36’ara í dag, so veit hann allarhelst ikki, at reglan eigur at vera ein onnur.

Aftur kann eg spyrja sama spurningin. Halda tit, at nakar HB’ari hevði funnið seg í, um B36 gav fløgu út, har vit gjørdu gjøldur burtur úr onkrum av mongu sigurssangunum hjá HB? Svarið gevur seg sjálvt.

Fyrr var tað so, at HB veruliga var eitt havnarfelag. Bygdamenninar lótu tit fyri tað mesta halda til í B36, hóast onkur einstakur av teimum slapp framat í HB. Á vøllinum vóru tað Jóannes Jakobsen, Julian Hansen, Bjarni Jacobsen, Kári Reynheim og aðrir, sum vóru hetjurnar.

Venjararnir vóru sjálvandi rættir HB’arar, og var tað ikki støðan, so varð ikki leitað á bygd eftir venjarum. Nei, tá vóru tað Jack Jonsson, Ole Skoubo – og kanska ein ávísur Mendez, sum leitað varð til.

Liðskiparar tykkara vóru menn sum Sverri Jacobsen, Jóannes Jakobsen og Kaj Leo Johannesen. Tit kundu ikki droymt um, at ein vágbingur, ein eysturoyingur ella – gud forbarmi seg – ein B36’ari hevði reyða bandið um armin.

HB hevði og hevur partvíst framvegis hesa arrogansuna, sum helst fylgir við, tá tú ert vanur við at vinna tað mesta. Arrogansa er ikki altíð góð – langt ífrá, men á einum øki viðgangi eg púrasta blankt, at eg øvundi HB hesa arrogansu. Hon ger nevnliga, at tú ongantíð ert nøgdur við nakað annað enn tað besta. Arrogansan tekur útgangsstøði í, at tú ert betri enn hini, og tí er tað eitt vónbrot, um tú ikki stendur ovast.

Hetta kemur serliga til sjóndar, tá tosað verður um sonevndu svongdina eftir at vinna – og vinna meir.

Tað er komið fyri – meira enn so – at gullið er endað sunnanfyri HB-húsið, og tá skal eg lova fyri, at tað verður feirað. Seinasti maður steingir einaferð morgunin eftir, og gjarna stendur veitslan við í fleiri dagar.

Sjálvandi verða gull og steyp eisini feirað í norðrara – vit siga ósunnara – endanum av Gundadali, men tit eru beistaktiga skjót at enda veitsluna. Húsið verður stongt klokkan fýra ella so, og tað er tað. Longu tá hugsa tit um, at tit fara eftir gullinum næsta ár.

Akkurát hesin formurin fyri arrogansu er nokk fremst av øllum tað, sum hevur gjørt, at HB hevur vunnið nógv mest her á landi. Tit eru ikki nøgd, fyri tað um eitt einstakt gull kemru til høldar. Eru altíð svang eftir meira.

Hetta er ikki nakað, sum eg bara sigi. Køld fakta stuðla hesi útsøgnini. Hjá okkum varð tað roknað sum ótrúligt, tá vit í 2015 fyri fyrstu ferð endurvunnu eitt FM-heiti. Well. Eg og onnur kunnu bara staðfesta, at tað sama hevur HB gjørt ikki færri enn átta ferðir! Tað er ótrúligt!

Sama arrogansan er tó eisini vandamikil. Ja, onkra tíð beinleiðis ósunn. Tað líkist í løtum Trump-aktigum tilstandi, tá tit í HB halda, at tit bara eru og blíva við at vera best. Um nøkur fakta – kanska stigatalvan – vísa nakað annað, so hava tit eins og Trump nøkur alternativ fakta, sum framvegis kunnu sannføra tykkum um, at HB er fremst og best. Og eru tit ikki best, so er tað onkur annar, sum hevur feilin. Akkurát sum hjá Trump.

Onkra hendinga ferð er tað dómarin, men aloftast er tað venjarin. Hjá okkum er ein venjari, sum vinnur gull, einki minni enn fantastiskur. Hjá tykkum ger hann bara sítt arbeiði. Vinna tit ikki, so er tað ikki HB, sum tað er galið við. Tá er venjarin bara ikki nóg góður. Ja, onkra tíð er hann heldur ikki nóg góður, hóast hann vann gull. Veruliga alternativ fakta, sum vilja nakað.

Eg byrjaði við at tosa um syndir, og tá segði eg, at eg tvær ferðir hevði syndað.

Fyrru ferðina var eg kanska umskyltur, tí eg ikki visti betur. Eg var bara 7 ár. Tann umberingin kann ikki brúkast, tá næsta veruliga syndin verður umrødd.

Elsti sonurin spældi í fleiri ár við HB – hann hevur júst skift felag – og í 2014 vóru vit báðir feðgarnir partur av ferðalagnum hjá HB til Dana Cup í Hjørring.

Tað gekk einki serligt fyrstu dystirnar. Vit vórðu pent sagt hølvaðir ígjøgnum, men ráðaleysir vóru vit ikki. Gunnar Mohr átti ein drong á sama liði, og eg tók av, tá hann helt fyri, at vit líkasum skuldu plasera okkum strategiskt rætt, so vit kundu hjálpa til at koyra á dreingirnar.

Bólkaspælið gav null stig og nógv minus-mál, men tá vit skuldu royna okkum í B-røðini, gekk betur. Dystirnir vóru óhugnaliga spennandi, og saman við venjaranum royndu Gunnar og eg báðir at koyra á dreingirnar, samstundis sum teir fingu góð ráð og kanska eisini onkrar taktiskar snildir.

Ta einu ferðina gjørdist spenningurin tó ov stórur. Uttan at hugsa um tað, rópti eg knappliga “Kom so HB”!

Tað var bara tí einu ferðina, og Gunnar stóð við hina síðulinjuna. Men hann var skjótur at renna yvir, tá dysturin var av – og vit høvdu vunnið. “Eg hoyrdi tað!”, var tað einasta, sum hann segði, meðan vit hálsfevndust um sigurin.

Hvørja ferð vit koma nakað inn í juli mánað, verði eg eisini konfronteraður við sannleikan. Ta minnir Facebook meg á, hvussu stórt ovfarakætið var hendan summardagin í Hjørring. Í ovfarakæti postaði eg nevnliga eina mynd av fegnum HB-dreingjum, og teksturin var stuttur og greiður. “Vit vunnu”. Júst stutt og greitt kann tó ikki sigast um viðmerkingar, sum fylgdu við, tá myndin varð løgd á netið.

Tað kann væl vera, at hendan status-updateringin var betur ógjørd. Eg fekk í øllum førum nógv at hoyra, og tað vísir væl eisini tí rivaliseringina, sum er millum feløgini.

Men sama rivaliseringin er júst tann, sum ger, at vit altíð vilja betra okkum. Vit vilja altíð síggja upp til stórabeiggjan, sum onkursvegna blívur við at vera eitt slag av fyrimynd. Tit vilja hinvegin sjálvandi ikki finna tykkum í, at lítli-beiggin knappliga er við yvirlutan. Og so ber tað heldur ikki til, at klaksvíkingar skulu blíva við at syngja niðri á trappuni hjá Heðin!

Í so máta hava seinnu árini kanska ikki verið løtt, um tú heldur við HB.

Trý ár á rað hevur B36 verið omanfyri HB á stigatalvuni, og hjá tykkum kennist tað helst sum ein oyðimarkargongd, nú tit hava upplivað trý ár á rað uttan nakað gullmerki í bestu mansdeildini.

“HB í upploysn” stóð á forsíðuni á Sosialinum nú ein dagin í heyst. Sanniliga ein yvirskrift, sum vil nakað, men samstundis ein yvirskrift uttan hald í veruleikanum.

Tí HB er ikki í upploysn. Tað kann væl vera, at tit ikki hava átt besta mansliðið í landinum seinastu trý árini. Tað kann eisini væl vera, at HB í dag hevur tað heldur tungt fíggjarliga. Men upploysn?

Sjálvandi er fremsta mansliðið flaggskipið hjá einum og hvørjum felag, men tað nyttar so lítið, um tú bara hevur eitt flaggskip. Eg hugdi til stuttleika eftir nøkrum hagtølum, nú eg fyrireikaði hesa røðuna, og tey vísa alt annað enn eitt felag í upploysn. Í teimum deildum, har kappast verður um FM-heitið, hava 28 gullmerki verið handað seinastu trý árini. HB hevur vunnið 12 av teimum!

Tit skulu eisini minnast til, at tað eru hvørki spælarar á Effo-liðnum ella onkur hissini nevndarlimur, sum er HB. Hesir eru bæði komandi og farandi.

Tað veruliga HB? Tað eru tey, sum við trúskapi og einum ofta lívslangum arbeiðsinnsatsi altíð syrgja fyri, at felagsskapinum er lív lagað.

Til dømis stóð eg nú mikukvøldið og hugdi eftir venjingardysti millum B36 og Víking. Brádliga kemur Knút framvið, og eg spyrji sjálvandi, um hann var komin at hyggja? Nei, hann var bara farin ein túr niðan í húsið at gera kaffi, so spælararnir høvdu nakað heitt at koma inn til eftir venjingina hetta kalda kvøldið. Tað eru fólk av hesum slagnum, sum halda lív í felagnum.

Fólk sum gera kaffi, vaska, halda loppumarknað, røkja heimasíðuna, taka myndir og hvat veit eg. Tá onnur kasta frá sær, eru tað hesi, sum syrgja fyri, at felagsskapurin heldur fram.

Tað veruliga HB – tað eru tit!

Havi eitt framhaldandi gott kvøld – og eitt gott kappingarár!