KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
HB - B36
leygardagin 21. oktober
kl. 15.15

 
1. DEILD MENN
HB - TB/FCS/Royn
leygardagin 21. oktober 
kl. 12.30


Bronsa
 

 

 


Stuðlar







Fýra perlur og ein gáva

1. lið12-08-2017 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 18. umfar: HB – NSÍ 4-1

Enn eitt oddalið var fyri, tá NSÍ, í dag, kom á vitjan í Gundadali, og akkurát sum við KÍ og Víkingini, blivu teir skumpaðir til viks og sendir heim aftur við greiðum tapi.


Vit komu framum longu í triðja minutti.
Áhaldandi álopið endar við at dagsins maður, Sebastian Pingel, var knappur og smekkaði bóltin í málið.

Gestirnir royndu at koma betur við, men ikki fyrr enn eftir hálva tíman, komu teir í veruligar vandastøður. Tíverri sluppu teir at javna beint fyri hálvleik.

Vit, ið hugdu við reyð/svørtum brillum, hildu, at Teitur bleiv skumpaður so mikið at hann misti fótafesti. Petur Knudsen legði líka í, og sendi bóltin í málið til hálvleiksstøðuna 1-1. Ein góð gáva beint fyri hálvleik og ein lívlinja til gestirnar.

Tað var tó líkamikið fyri okkara ungu menn, ið við sama eldhuga herjaðu á aftur í seinna hálvleiki. Longu í fyrsta minutti í seinna hálvleiki skoraðu vit aftur. Hesuferð ein sonn perla av einum málið í handara horn. Flott avgreitt av Pingel.

Bara tveir minuttir seinni var aftur mál. Hesuferð var Øssur klárur tá bólturin var sendur hart inn ímóti málinum, og í rættiligum áleypara stíli er hann frammanfyri verjuleikaran og prikar bóltin í málið.

NSÍ legði nú meira fyri, og tí uppstóðu fleiri góðar kontra støður til okkara kviku framherjar. Stankov bleiv sendur avtað, men tíverri megnaði hann ikki at umseta møguleikan til mál.

Men hetta kláraði hann tó løtu seinni. Ari bleiv feldur eftir áhaldani trýst og ísakalt lokkaði Stankov, Símun Rógva Hansen í NSÍ-málinum, skeiva vegin og sendi tí bóltin í mótsattu síðuna.

Levi, ið kom inn fyri ein frálíkan Daniel, bleiv eisini sendur avstað móti málinum, men tíverri endaði royndin við hornasparki. 

Teitur var klárur tá heitt var á hann, og serliga tá lítið korter var eftir, var hann super og bjargaði í stórum stíli.

Samanumtikið eru vit "over the moon" eftir frálíku gongdini seinastu dystirnar og kunnu bara bukka og takka fyri einastandandi undirhald.

Hetta va super flott, men komandi sunnudag koma vágamenn á vitjan, á tá mugu vit aftur verða klárir og herja á.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 18. umfar leygardagin 12. august 2017 kl. 17.00 í Gundadalil

HB – NSÍ 4-1 (1-1)
1-0 Sebastian Pingel 3’
1-1 Petur Knudsen 44’
2-1 Sebastian Pingel 46’
3-1 Øssur Dalbúð 48’
4-1 Aleksandar Stankov 59’ (br.)

Gult kort: Daniel Johansen

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Johan Troest Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Sebastian Pingel (Símun Samuelsen 75), Adrian Justinussen (Heri H. Mohr 75), Tróndur Jensen, Daniel Johansen (Levi Hanssen 67), Aleksandar Stankov og Øssur Dalbúð

Óbrúktur eykaleikarar: Bjarti V. Mørk, Hans Jákup Annfinsson og Hjalti K. Djurhuus

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Sebastian Pingel

Dómari: Alex Troleis
Hjálpardómarar: Andreas Petur Hasnen og Johnleif Gerðisá
4. dómari: Rúni Gaardbo

Myndir: Rakul Hansen