KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Flottur sigur í Sarpugerði

1. lið06-08-2017 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 17. umfar: Víkingur – HB 1-3

Góða gongdin heldur fram, og hóast vertirnir komu framum beinanvegin, megnaðu vit at fóta okkum og venda dystinum á høvdið.


Longur tá seks minuttir vóru leiktir, royndi Øssur seg við skoti, men Elias Rasmussen í málinum hjá Víkingini bjargaði í stórum stíli.

Tá níggju minuttir vóru leiktir, komu vertirnir framum. Eitt gott innlegg endar í arminum hjá Jógvan Róa, og í øllum rokanum er Fróði Benjaminsen klárur og ger tað ljóta móti sínum fyrrverandi liðfeløgum. Beint aftaná var um reppið, at Lawal økti, men tíbetur fór royndin yvir málið.

Vit vóru ikki heilt álvulig við støðuna, men hetta batnaði. Eins og í seinasta dystinum sóu vit okkara menn spæla góðan og jaligan álopsfólbólt, og hóast Rókur mátti lata seg skifta út, tá stórt korter var leikt, koyrdi spælið frálíka væl.

Rókur fekk ein snudd, helst í knæið, eftir samanstoyt við mótleikara. Daniel Johansen kom í hansara stað, og tað riggaði bara sera væl.

Øssur er heitur fyri tíðina, og eftir sera gott samanspæl, er hann seinastur á bóltinum og sendur hann í kassan. Hetta var, tá smáir tjúgu minuttir vóru leiktir. Gott forwardmál. Liðini komu fram til ein møguleika afturat í part restina av hálvleikinum, men fleiri mál blivu ikki skotin.

Hanus Jacobsen hjá Víkingi var fystur at royna seg í seinna hálvleiki, men Teitur bjargaði góða skotinum væl út til horna.

Fimm minuttir fyri tímaslagið skoraðu vit aftur. Johan Troest pressaði bóltin í málið eftir horna. Hetta hevði við sær, at vertirnir løgdu meira fyri og settu seg í meira lagi á dystin.

Men vit lúrdu eftir møguleikanum, og tá tíggju minuttir vóru eftir av dystinum, settu vit punktum. Símun fer við fullari ferð frameftir vøllinum í vinstru. Hann letur so bóltin víðari til Stankov, ið sera hegnisliga sendur bóltin í handara horn og í mál via stongina.

Nú var øði í grindini, og Víkingur sendi nú alt fólkið fram. Beint fyri leiklok fáa vertirnir tiltuskað sær brotsspark, men tíbetur fyri okkum er Lawal óheppin og sendi bóltin á stongina.

Meira hendi ikki, og tí vunnu vit ein flottan og væl uppibornan sigur á Víkingini. Samstundis kunnu vit staðfesta, at okkara lið næstan ikki er til at kenna aftur í mun til fyri summarsteðgin.

Flott avrik og frálíkt undirhald og hjartaliga til lukku til okkum øll.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 17. umfar sunnudagin 6. august 2017 kl. 15.00 í Sarpugerði

Víkingur – HB 1-2 (1-1)
1-0 Fróði Benjaminsen 7’
1-1 Øssur Dalbúð 16’
1-2 Johan Troest Davidsen 54’
1-3 Aleksandar Stankov 83’

Gult kort: Jóhan Troest Davidsen

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Jóhan Troest Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Sebastian Pingel (Símun Samuelsen 67), Adrian Justinussen, Tróndur Jensen, Rókur av Fløtum Jespersen (Daniel Johansen 14), Aleksandar Stankov (Levi Hanssen 90) og Øssur Dalbúð

Óbrúktur eykaleikarar: Mattias Lamhauge, Hans Jákup Annfinsson, Heri H. Mohr og Hjalti K. Djurhuus

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Tórmóður Stórá og Heðin Weihe

Dagsins maður: Aleksandar Stankov

Dómari: Lars Múller
Hjálpardómarar: Andrew Christiansen og Jan Hermansen
4. dómari: Eiler Rasmussen

Myndir: Rakul Hansen