KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Enn ein nullloysn

1. lið09-04-2017 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 3. umfar: ÍF – HB 0-0

Hetta var okkara næsti dystur á útivølli í Eysturoynni, og heldur ikki hesa ferð megnaðu vit at fáa bóltin í málið. Tað jaliga er tó, at vit standa væl, eru stinnir í verjuni og koma fram til fleiri góðar møguleikar.


Samanumtikið fyri allan dystin er ein javnleikur helst eitt vunnið stig hjá vertunum og tvey mist hjá okkum. Frá dystarbyrjan vóru vit klárt omaná og komu í fleiri góðar støður. Sum fyrri hálvleikur gekk, kom ÍF betur við.

Longu í fyrsta minutti mundi Teitur snýtt harmælta málmannin hjá ÍF við sera longum útsparki. Tíverri fyri okkum megnaði Hendrik Lindhart Jensen at lofta bóltinum, hóast hann longu var dottin á afturpartin. Dagsins maður, Símun Samuelsen, royndi seg løtu seinni, men aftur var málmaðurin fyri.

Hjá vertunum var serliga Ari Ellingsgaard eyðsýndur, og ta einu ferðina, átti hann helst at havt skorað, men Teitur var fyri.

Í seinna hálvleiki vóru vit aftur klárt omaná og høvdu fleiri royndir á málið. Tíverri fóru allar royndir yvir ella við síðuna av málinum, ella vóru skotini veik og raktu beint á málmannin. Helst nakað, ið okkara venjarar kunnu arbeiða víðari við í komandi døgunum.

Um alt fløskaði seg, átti Daniel Elly Pedersen at stútað bóltin í málið beint fyri leiklok, men aftur her var skallarin veikur og beint á málmannin.

Sebastian Pingel átti møguliga eitt brotsspark, tá hann beint fyri tímaslagið bleiv skræddur niður í brotsteiginum, men eingin floyta hoyrdist.

Alex Jose dos Santos átti helst at verið rikin av vøllinum, tá hann púra burturúr vón og viti setti gaggurnar í klokkuverkið hjá Heðini Hansen, men aftur her valdi trilvandi dómarabólkurin at lata álopið fara og geva gult kort í staðin.

Men hvussu víkir og vendur, vit megnaðu ikki at lata hurðina upp, og tí endaði okkara næsti útidystur í Eysturoynni eisini við einum málleysum javnleiki.

Skírisdag klokkan 17.00 er Løgmanssteypið á skránni, tá EB/Streymur kemur á vitjan. Spennandi verður, og vónandi fáa hol á til ta tíð.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 3. umfar Pálmasunnudag 9. apríl 2015 kl. 15.00 í Fløtugerði
ÍF – HB 0-0

Gult kort: Bartal Wardum og Jógvan Rói Davidsen

Liðið: Teitur M. Gestsson – Dánjal Pauli Lervig, Bartal Wardum, Johan Troest Davdisen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Símun Samuelsen (Adrian Justinussen 75), Heðin Hansen, Martin Bergvold (Tróndur Jensen 77), Rókur av Fløtum Jespersen, Sebastian Pingel (Levi Hanssen 67) og Daniel Elly Pedersen

Óbrúktur eykaleikarar: Tróndur Vatnhamar, Heri H. Mohr og Ari Mohr Olsen

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Símun Samuelsen

Dómari: Kári J. á Høvdanum
Hjálpardómarar: Johnleif Gerðisá og Arni Rasmussen
4. dómari: Jóhannes Magni Mikkelsen