KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Einki avgjørt enn

1. lið10-05-2017 - Jónfinn Petursson

Løgmanssteypið, 1/2. finala: B36 – HB 1-1

Við 1-1 javnleikinum hava vit eitt líti sindur betur útgangsstøði til komandi hálvfinaluna, tó væl vitandi at vit næstan ongantíð halda málið reint. Men, helst eru vertirnir betri nøgdir við javnleikin enn vit.


Vit løgdu bragdligari fyri og longu í 4. minutti komu vit framum tá Heðin Hansen skallaði eitt gott horna í málið. Hetta órógvaði vertirnar og tað tók teimum eitt stórt korter áðrenn teir fótaðu sær aftur.

Men, vit hjálptu teimum eisini væl í gongd. Í staðin fyri at senda bóltin innfyri aftur í brotsteigin hjá B36 eftir áhaldandi trýst, søplaðu vit bóltin burtur og vertirnir sluppu í mótálop.

Hóast støðan næstan var fingin undir land, megnaði Róaldur Jakobsen, hegnisliga, at lyfta bóltin uppum Teit og í málið.

Hetta hevði somuleiðis við sær, at B36 kom betur við og smátt um smátt settu teir seg á dystin, meðan við løgdu okkum í verjustøðu og lúrdu eftir kontra møguleikum. Tó uttan at koma í rættuliga vandamiklar støður.

Sebastian Pingel royndi seg við skoti tá lítil hálvur tími var spældur, og Benjamin Heinesen, sum var sera eyðsýndur í fyrra hálvleiki fyri B36, royndi seg eisini. Men Teitur var fyri og bjargaði.

Í seinna hálvleiki løgdu vit aftur meira fyri, og sótu sum so á tí mesta, og eiga tí eisini at iðra okkum um at eitt nú Pingel og eisini Stankov ikki megnaðu at umseta sera góðar møguleikar til leiðslumál.

Einasta rættiliga møguleikan hjá grannunum hevði, helst, Gestur B. Dam, men Teitur stórbjargaði og helt okkum inni í dystinum.

Samanumtikið vóru vit vitni til ein góðan dyst við ágrýtnum og beinleiðis spæli. Dómarabólkurin loysti eina torføra uppgávu væl, fyri so vítt.

Tó irriterast vit á at, eins og vit hava sæð allar hinar dystirnar í ár, ongi kort verða givin í fyrra hálvleiki. Hevði hetta verið gjørt, hevði dagsins maður hjá vertunum helst ikki verið á vøllinum, eftir at hann, púra vitleyst, slaktaði okkara framherja.

Hetta skal tó ikki skjilja nakran og fyri so vítt er dómarastandurin hjá okkum bara á heilt góðari leið. 

Vit fegnast um gott undirhald og gleða okkum longu nú til næstu avbjóðingina.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Løgmanssteypið, 1/2. finala, mikudagin 10. mai 2017 kl. 18.00 í Gundadali:

B36 – HB 1-1 (1-1)
0-1 Heðin Hansen 4’
1-1 Róaldur Jakobsen 17’

Liðið: Teitur M. Gestsson – Dánjal Pauli Davidsen (Heri H. Mohr 29), Poul Thomas Dam Johan Troest Davdisen (liðsk.), Levi Hanssen, Símun Samuelsen (Adrian Justinussen 65), Heðin Hansen, Tróndur Jensen, Rókur av Fløtum Jespersen (Ari Mohr Olsen 80) Aleksandar Stankov og Sebastian Pingel

Óbrúktir eykaleikarar: Mattias Lamhauge, Andrew av Fløtum, Jákup Pauli Breckmann og Bartal Wardum

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Poul Thomas Dam (red.)

Dómari: Petur Reinert
Hjálpardómarar: Jan Hermanssen og Arni Rasmussen
4. dómari: Eiler Rasmussen


Myndir: Rakul Hansen