KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Einki at heinta við Løkin

23-04-2017 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 5. umfar: NSÍ – HB 1-0

Hóast vit í meira enn ein hálvleik spældi 11 móti 10, megnaðu vit ikki at umseta hetta til okkara fyrimun. Møguleikarnir vóru har, men, enn sum áður, eru vit ikki nóg neyvir í avgerandi løtuni.


Vertirnir komu framum við sera góðum máli tá 12 minuttir vóru leiktir. Uppskriftin hjá teimum er einføld men góð. Ein langur bóltur út á veingin, sendur hann inn til Klæmint A. Olsen. Hann var knappari enn okkara verjuleikarar, og so varð støðan 1-0.

Vit komu betur við sum fyrri hálvleikurin gekk. Símun, Sebastian og eisini okkara nýggi maður, Alexandar Stankov, vóru ágrýtnir. Beint fyri hálvleik bleiv Einar Tróndargjógv rikin av vøllinum fyri eina vandamikla takling.

Vit løgdu meira fyri í seinna hálvleiki og spendu álopsbogan. Sebastian Pingel, Ári Mohr Jónsson og Símun Samuelsen, royndu seg til fánýtis.

Pól Johannus Justinussen kom í sera góða støðu eftir NSÍ kontra, men helst hevur okkara verja órógva so nógv, at royndin hjá honum fór framvið. Men, vit komu ikki longur og megnaðu heldur ikki, í triðu royndini, at skjóta mál í Eysturoynni.

Eitt sindur irriterandi tendensur vit eru komin í. Vónandi loysnar hetta so hvør og sunnudagin komandi verður aftur ein møguleiki Tá kemur Víkingur á vijan í Gundadali.

 


KOYR Á, HB!!!!
 


HAGTØLINI

Effodeildin, 5. umfar sunnudagin 23. apríl 2017 kl. 15.00 við Løkin

NSÍ – HB 1-0 (1-0)

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum (Poul Thomas Dam), Johan Troest Davdisen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Símun Samuelsen (Adrian Justinussen 83), Tróndur Jensen, Martin Bergvold, Sebastian Pingel, Levi Hanssen (Ari Mohr Olsen 86) og Alexandar Stankov

Óbrúktir eykaleikarar: Mattias Lamhauge - Dánjal Pauli Lervig, Heri H. Mohr og Hjalti K. Djurhuus

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Sebastian Pingel

Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Andrew Christiansen og Andreas Petur Hansen
4. dómari: Petur Reinert