KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







EB/Streymur fult hús móti HB

1. lið01-10-2017 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 25. umfar: HB – EB/Streymur 2-3

Tríggir dystir móti EB/Streymi og vit hava ikki megnað at vunnið eitt einasta stig móti uppflytarunum. Í dag høvdu vit ananrs skil á teimum í fyrra hálvleiki, men mistu alt á gólvið og taptu.


Sundalagsmenn eru við at blíva ein verulig marra fyri okkum. Men fyrr enn vit byrja at taka teir seriøst, kunnu vit ikki vænta at fáa nakað burturúr.

Hví vit ikki megna at halda eini 2-0 hálvleiksleiðslu, kunnu bara okkara menn og fólkini á beinkinum siga okkum, men dagur og nátt er eitt hugtak sum kemur til hugs. Eitt sjálvmál og gott skot frá Róki var annars úrtøkan í hálvleikinum.

Eitt korter og tvey hornaspørk inni í seinna hálvleiki so var javnleikur. Móti endanum kontraðu gestirnir og Arnbjørn gjørdi aftur tað ljóta móti barndómsfelagnum.

Frá 2-0 til 2-3 er bara ein staðfesting av, at vit eru ikki betur enn tað sama, og at trøini ikki vaksa inn í himmalin.

Vit mugu bara taka hetta við okkum og herja á aftur tá vit, um 14 dagar, skulu inn á Skála.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 25. umfar sunnudagin 1. oktober 2017 kl. 15.00 í Gundadali

HB – EB/Streymur 2-3 (2-0)
1-0 Andras Olsen 21’ (sj.)
2-0 Rókur av Fløtum Jespersen 41’
2-1 Andras Olsen 51’
2-2 Petur Zachariasen 61’
2-3 Arnbjørn T. Hansen 84’

Gult kort: Simun Samuelsen

Liðið: Teitur M. Gestsson – Daniel Johansen, Bartal Wardum, Johan Troest Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Ári Mohr Jónsson, Rókur av Fløtum Jespersen, Símun Samuelsen (Hans Jákup Annfinsson 69), Heri H. Mohr (Sebastian Pingel 61), Adrian Justinussen og Øssur Dalbúð

Óbrúktur eykaleikarar: Mattias Lamhauge – Hjalti K. Djurhuus, Aron L. B. Clementsen og Poul Thomas Dam

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Teitur M. Gestsson

Dómari: Sigurður Óli Þórleifsson
Hjálpardómarar: Jan Hermansen og Georg N. Rasmussen
4. dómari: Eiler Rasmissen