KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
TB/FCS/Royn - HB
fríggjadagin 23. juni
kl. 20.00

 
1. DEILD MENN
HB - ÍF
leygardagin 22. juli
kl. --.--


HB - B36
leygardagin 24. juni
kl. 18.00


 

 


Stuðlar







Allan skal venja kvinnurnar

Kvinnur09-02-2017 - Jónfinn Petursson

Venjaraspurningurin hjá kvinnunum er nú, langt um leingi, avgreiddur, og tað er ikki hvør sum helst sum skal taka yvir. 


Allan Dybczak, ið áður hevur ført kvinnurnar til heiðursmerki, bæði í lands- og steypakapping, tekur yvir aftur.

Allan var á fyrsta sinni venjari hjá okkara kvinnum í 2011. Eftir eina tíð í dvala, vóru øll segl sett eftir at fáa kvinnurnar upp aftur har tær hoyra heima.

Hóast vit ikki kláraðu at koppa oddafiskinum, vóru tær heilt væl við, og gongdin var áhaldandi jalig. Síðan flutti Allan yvir á mannssíðuna, har hann eitt nú førdi næstbesta liðið upp aftur í 1. deild, eins og hann eisini var venjari hjá U18 dreingjum.

Ársins kvinnulið er nakað skert í mun til í fjør. Eitt nú eru Valgerð, Heidi, Lív og Milja, av ymiskum orsøkum, ikki við í hópinum longur. So, talan er aftur um at byrja av nýggjum, fyri so vítt.

Tí eru vit sera fegin um, at Allan, við sínum drúgvu og góðu royndum á venjara økinum, hevur játtað at taka sær av kvinnunum, og vit gleða okkum at síggja tær til komandi kappingarár.